Nú er greitt, at graslíkið á Tórsvølli verður av merkinum Polytan. Arbeiðið byrjar í komandi viku
Mánadagin í komandi viku verður farið undir at leggja sjálvt graslíkið á Tórsvøll, og um alt gongur eftir ætlan, verður vøllurin liðugur og klárur at taka í brúk til steypafinalurnar, sum verða á Tórsvølli 24. og 25. august.
Átta fyritøkur bjóðaðu seg fram at veita graslíkið til Tórsvøll, og eftir at FSF hevur kannað tilboðini, varð avgjørt, at vøllurin á Tórsvølli verður av merkinum Polytan. Hetta er sama slag undirlag sum er lagt á aðrar vøllir í Føroyum, millun annað í Klaksvík og á Toftum.
Tá graslíkið er lagt á, verða ymiskar royndir gjørdar á vøllinum, og síðani fær vøllurin væntandi endaliga loyvi, so graslíkisvøllurin á Tórsvølli kann brúkast í samband við altjóða dystir.
Fyrsti landsdystur á nýggja graslíkisvøllinum á Tórsvølli, verður fríggjadagin 12. oktober, tá Svøríki kemur á vitjan í Føroyum. Fýra dagar seinni, týsdagin 16. oktober tekur føroyska A-landsliðið ímóti Írlandi, somuleiðis á Tórsvølli.