Føroyska U17-landsliðið við gentum tapti eisini næsta dystin í EM-undankappingini í Slovakia. Føroyar taptu 3-0 fyri Póllandi
Eftir at hava tapt stórt fyri europameistarunum úr Spania í fyrsta dystinum í EM-undankappingini, spældi føroyska U17-landsliðið mikudagin ímóti Póllandi, sum í sínum fyrsta dysti vann 4-0 á Slovakia.
Og hóast endin gjørdist, at føroyska liðið tapti við trimum málum, so stríddust føroysku genturnar óført, í ógvusligum regni og torusláttri.
Millum annað var veðrið so ringt tá seinni hálvleikur skuldi byrjað, at dómarin avgjørdi at bíða í einar 20 minuttir, áðrenn spælið varð sett í gongd aftur.
Tá seinni hálvleikur umsíðir byrjaði, var framvegis málleyst, men innan fimm minuttir miðskeiðis í seinna hálvleiki, avgjørdi Pólland dystin.
Í 63. minutti skoraði Sylwia Matysik til 1-0, og fimm minuttir seinni hevði Ewa Pajor við tveimum málum økt til 3-0 fyri Pólland.
Polski sigurin kundi verði størri, men Hanna Poulsen í føroyska málinum stóð væl, og stórbjargaði fleiri av skotroyndunum frá Póllandi.
Triðji og seinasti dysturin hjá føroyska U17-gentulandsliðnum verður leygardagin 8. september, kl. 11:00 móti Slovakia.
Dystin millum Spania og Slovakia vunnu sponsku genturnar 4-0.