Føroyska U17-landsliðið við dreingjum fyrireikar seg í hesum døgum til árligu NM-kappingina, sum í ár verður í Hamar í Norra

Árliga Norðurlandameistarakappingin fyri U17-landslið við dreingjum, sum í fjør var spæld í Føroyum, verður í ár í Hamar í Norra frá 4. til 11. august. Føroyska liðið er komið í bólk saman við Finnlandi, Norra og Onglandi, ið á hvørjum ári er við sum gestaland.

Fyrireikingarnar hjá føroyska liðnum í samband við NM-kappingina eru av álvara byrjaðar, og í hesum døgum verður vant á Tórsvølli og við Stórá á Tvøroyri. Leikararnir møttu í FSF-húsinum hósmorgunin, og síðani varð vant tvær ferðir á Tórsvølli, áðrenn leiðin gekk til suðuroyar hóskvøldið, har venjing og dystur verða á skránni á vøllinum við Stórá á Tvøroyri.

Eftir vitjanina við Stórá verður fari aftur til Havnar, har liðið verður á venjingarlegu til týsdagin.

Sum heild eru føroysku leikararnir væl fyri, og venjararnir eru eisini sera spentir uppá komandi komandi kapping.

– Vit hava eitt gott lið í løtuni, og vónirnar fyri einum góðum úrsliti til NM-kappingina í Norra eru góðar, vælvitandi um, at londini, sum vit skulu møta, eisini eru sterk, sigur Pól F. Joensen, sum saman við Áka Johansen, stendur á odda fyri føroyska U17-landsliðnum við dreingjum.

– Fleiri av leikarunum, ið eru úttiknir hesaferð, hava gingið í fótbóltsflokkinum hjá Kommunuskúlanum í vetur, og har hava teir fingið góðar venjingar, og vónandi fer hetta at síggjast aftur á landsliðnum, sigur Pól F. Joensen.

Føroyska feralagið fer úr Føroyum fríggjadagin 2. august, og mánadagin 5. august skulu okkara dreingir spæla ímóti Onglandi. Týsdagin 6. august spæla Føroyar og Norra, meðan seinasti dystur í bólkaspælinum verður hósdagin 8. august, tá føroyska liðið skal royna seg ímóti Finnlandi.

Plaseringsdystirnir verða spældir leygardagin 10. august, og sunnudagin 11. august kemur føroyska ferðalagið aftur til Føroyar.

Tað verða tó ikki bara U17-dreingirnir, ið fara at umboða Føroyar til árligu NM-kappingina. Kári á Høvdanum og Johnleif Gerðisá vera eisini partar av kappingini, sum ávikavist dómari og hjálpardómari.

Seinni í ár skal føroyska U17-landsliðið við dreingjum aftur í kapping, tá liðið skal til EM-undankapping í Georgia frá 17. til 22. oktober. Umframt at spæla ímóti vertslandnum Georgia, skulu føroysku dreingirnir eisini royna seg ímóti Hollandi og San Marino í EM-undankappingina í oktober.