Hóast heimaliðið í Gundadali hevði bóltin meir, so var sigurin hjá NSÍ og Pól Jóhannus Justinussen fult uppiborin
Við einum stórspælandi Pól Jóhannus Justinussen á odda, fór NSÍ avstað við øllum, tá teir í dag vóru á vitjan í Gundadali, har HB tók ímóti.

Runavíkingar vunnu 4-2, eftir at støðan í steðginum var 2-0 til NSÍ. Klæmint A. Olsen gjørdi tvey mál fyri runavíkingar, meðan Pól Jóhannus Justinussen og Árni Frederiksberg gjørdu hvør sítt.

KÍ nýtt oddalið
Úrslitini í dag høvdu annars við sær, at KÍ nú er nýtt oddalið í Effodeildini. Við Stórá í Trongisvági settu klaksvíkingar tvøramenn av álvara upp á pláss, við einum knúsandi 6-1 sigri til KÍ.

Tíggju minuttir fyri steðgin legði Páll Klettskarð klaksvíkingar á odda, men beint fyri hvíldina var John Hammer óheppin og setti bóltin í egið mál.

Men seinastu trý korterini var KÍ ruddiliga við yvirlutan, og við hvør sínum máli frá Heðin Klakstein, Henry Heinesen, Hjalgrím Elttør, Andy Olsen og Ivan Joensen, vunnu teir bláu 6-1 á TB.

Úrslit, 16. umfar:
B68 – FC Suðuroy 2-0 (1-0)
HB – NSÍ 2-4 (0-2)
TB – KÍ 1-6 (1-1)
EB/Streymur – B36 1-1 (0-1)

Tey 17 málini, ið vórðu gjørd í Effodeildini í dag, verða at síggja á FSF.fo í morgin, mánadagin.

Støðan í Effodeildini

Dysturin millum Víking og ÍF er fluttur til mikudagin 1. august.