Hósdagin vóru umboð fyri FSF og landsliðsleikarin Bogi Løkin á vitjan á Barnadeildini á Landssjúkrahúsinum. Á barnadeildini lá ein ungur fulgfirðingur við ógvusligum beinbroti

Seinasta sunnudag var 11 ára gamli Pól Jákup Lundsbjerg, úr Fuglafirði, úti og skreiddi saman við nøkrum vinmonnum. Um seks tíðina hendi tað sum ikki skuldi henda, Pól Jákup rendi í eitt hegn, fóturin gjørdist fastur, og høgra beinið brotnaði illani.

– Ein vinmaðurin kom beinanveg og hjálpti mær leysum úr hegninum, og síðani tók hann gummistyvlan varliga av. Eg hevði øgiliga ilt, og tað vísti seg rættuliga skjótt at høgra beinið var illa brotið, sigur Pól Jákup Lundsbjerg úr songini á Landssjúkrahúsinum.

– Fyrst fóru vit á Klaksvíkar Sjúkrahús at kanna beinið, og síðani vórðu vit send til Havnar, og mánadagin bleiv eg skurðviðgjørdur, fortelur 11 ára gamli ÍF-fjepparin.

Beinið er so mikið illani brotið, at tað skal liggja í einum serligum skinnara, við skrúvum gjøgnum beinið, næstu átta vikurnar.

Tískil verður eingin fótbóltur á skránni fyri Pól Jákup Lundsbjerg komandi nógvu mánaðarnar. Tí eftir at hann hevur fingið skinnaran av beininum, skal Pól Jákup til uppvenjingar, og tað kann koma at taka upp í eini 10 mánaðar til ungi fuglfirðingurin kann spæla fótbólt aftur.

Eitt beinbrot kemur altíð illa við, men fyri Pól Jákup Lundsbjerg kann hetta eisini koma at kosta honum eina Danmarkarferð við ÍF komandi summar.

– Men eg eri vinstrabeintur, so tað er gott at tað er høgra bein sum er brotið, sigur Pól Jákup Lundsbjerg, við einum lítlum smíli, sum vónar at sleppa við til Danmarkar sum fjeppari, um hann ikki verður klárur at spæla sjálvur.

Umframt at fáa autograf frá Boga Løkin, fekk Pól Jákup eisini tvær landsliðsblusur, eina hvíta og eina bláa, og eina blus ið landsliðsleikararnir vanliga brúka tá teir venja.

– Eg eri bangin fyri at babba fer at “lána” hesar blusurnar onkuntíð, men tað sleppur hann ikki, sigur Pól Jákup Lundsbjerg, sum hósdagin í næstu viku fyllur 12 ár, flennandi.

Í Føroyum heldur Pól Jákup Lundsbjerg sum sagt við ÍF, meðan hann í Onglandi heldur við Manchester United, og í sponskum fótbólti er beinbrotni fuglfirðingurin íðin Real Madrid-fjeppari.

– Eg haldi at Cristiano Ronaldo, úr Real Madrid, er heimsins besti fótbóltsspælari í løtuni, sigur Pól Jákup Lundsbjerg at enda úr sjúkrasongini á Landssjúkrahúsinum.

Eftir ætlan verður Pól Jákup Lundsbjerg útskrivaður hósdagin (í dag, 15. des.), men longu týsdagin í næstu viku skal hann aftur til kanningar á Landssjúkrahúsinum. Føðingardagurin verður sum skiltst útsettur til einaferð í januar, meðan jólini verða hildin í sofuni heima í Fuglafirði, saman við FIFA 2012.