Enn eru nøkur pláss eftir á Fótbóltsskúlunum hjá FSF, sum verða 28. & 29. juni og 5. & 6. juli

Seinasta vikuskifti í juni og fyrsta vikuskifti í juli skipar Fótbóltssamband Føroya, í samstarvi við HB, B68 og 07 Vestur, fyri árligu Fótbóltsskúlunum hjá FSF.

Fótbóltsskúlin í Havn, har HB er vertur, verður 28. og 29. juni, meðan fótbóltsskúlarnir á Toftum og í Sandavági báðir verða 5. og 6. juli. Í Havn er pláss fyri 300 luttakarum, á Toftum er pláss fyri 200, meðan til fótbóltsskúlan í Sandavági er pláss fyri 100 luttakarum.

Kostnaðurin fyri fótbóltsskúlan í ár er settur til 400 kr.

Enn eru nøkur pláss eftir á øllum støðunum, og tilmeldingarfreistin er hósdagin 20. juni.

Melda til Fótbóltsskúlan 2013 við at trýsta HER