Enn eru nøkur pláss eftir á fótbóltsskúlunum hjá FSF, sum verða 27. og 28. juni, og 4. og 5. juli
Seinasta vikuskifti í juni og fyrsta vikuskifti í juli skipar Fótbóltssamband Føroya, í samstarvi við HB, B68, Royn, 07 vestur og ÍSB fyri árligu Fótbóltsskúlunum hjá FSF.

Fótbóltsskúlarnir í Havn og í Sandavági, har HB og 07 vestur eru vertir, verða 27. og 28. juni, meðan fótbóltsskúlarnir á Toftum og í Hvalba, har B68 og Royn eru vertir, verða eina viku seinni, 4. og 5. juli.

Har afturat skipar ÍSB, í samstarvi við FSF, fyri fótbóltsskúla á Toftum leygardagin 28. juni.

Í Havn er pláss fyri 300 luttakarum, á Toftum er pláss fyri umleið 200, meðan pláss er fyri 100 luttakarum á fótbóltsskúlanum í Sandavági og 100 luttakarum í Hvalba.

Fótbóltsskúlin er serliga ætlaður børnum í aldurinum 8 til 14 ár, fødd í 2000 til 2006. Kostnaðurin er 400 krónur fyri hvønn luttakara, ið er gjald fyri skúlan, mat, frukt og ein bólt.

Enn eru nøkur pláss eftir á øllum støðunum. Tilmeldingarfreistin er mikudagin 18. juni.

Melda til ársins fótbóltsskúla við at trýst HER