Enn eru nøkur pláss eftir til B1-venjaraskeiðini, sum verður í Havn 18.-20. januar, og í Leirvík 1.-3. februar
Komandi vikuskiftið, 18. til 20. januar verður skipað fyri B1-venjaraskeiðið í FSF-húsinum í Havn, og hóast tilmeldingarfreistin er farin, so eru framvegis nøkur pláss eftir.

Áhugaði kunnu boða frá luttøku skjótast tilber, við at venda sær til Petur Simonsen, [email protected], ella tel. 29 19 77.

Eisini til B1-skeiðið, sum verður í Leirvík 1. til 3. februar, eru pláss eftir. Áhugaði kunnu útfylla tilmeldingarskjalið, og senda tað til [email protected]. Tilmeldingarfreistin til B1-venjaraskeiðið í Leirvík er mánadagin 28. januar.

Tilmeldingarskjal

Endamál/innihald:
B1-venjaraskeiðið er byrjunarskeið hjá teimum, sum ætla at útbúgva seg á venjaraøkinum.

B1-skeiðið er eisini ætlað foreldrum og leiðarum, sum á ymiskan hátt ynskja at hjálpa til í felagnum, við eitt nú venjing av yngri børnum.

Tá skeiðið er av, verður luttøkubræv latið.

Tey, sum hava tikið B1-venjaraskeiðið, hava rætt til at luttaka á B2-skeiðnum, sum verður vikuskiftini 8.-10. og 15.-17. februar 2013.

Evni, sum verða viðgjørd á B1-skeiðnum, eru m.a.:
– Fótbóltur, foreldur og felag
– Leikarin/barnið
– Venjing og dystur
– Venjarin/ungdómsleiðarin
– Fyrstahjálp og fótbóltsskaðar
– Eitikkur og virðisgrundarlag

Ongin próvtøka er, men kravt verður, at uppmøtingin er 100 prosent. Byrjað verður fríggjadag kl 18, og skeiðið endar sunnudag kl. 17.