Enn eru nøkur pláss eftir á B1-venjaraskeiðnum í Leirvík 1.-3. februar, og á B2-skeiðnum, sum verður í Havn 8.-10. & 15.-17. februar
Vikuskiftið 1. til 3. februar verður skipað fyri B1-venjaraskeiði í ítróttarhúsinum í Leirvík, og hóast tilmeldingarfreistin er farin, so eru framvegis nøkur pláss eftir.

Í hesum sambandi verður eisini mint á B2-venjaraskeiðið, sum verður í FSF-húsinum í Havn, vikuskiftini 10.-12. og 15.-17. februar.

B1-venjaraskeiðið er byrjunarskeið hjá teimum, sum ætla at útbúgva seg á venjaraøkinum. B1-skeiðið er eisini ætlað foreldrum og leiðarum, sum á ymsan hátt ynskja at hjálpa til í felagnum.

Tey, sum hava tikið B1, hava síðani rætt til luttøku á B2-venjaraskeiðnum, har dentur verður lagdur á venjing av børnum og ungum.

Evni, sum verða viðgjørd á B2-skeiðnum, eru teknisk venjing, likamlig venjing, leiðsla, læruhættir/metoda og málmansvenjing.

Áhugaði kunnu boða frá luttøku skjótast tilber, við at venda sær til Petur Simonsen, [email protected], ella tel. 29 19 77.