UEFA hevur sett Petur Reinert at døma Europa League-dystin millum UE Santa Coloma úr Andorra og HSK Zrinjski Mostar frá Bosnia/Hersegovina
Altjóða føroyska dómarakvartettin, við Petur Reinert, Regin Egholm, Jan á Líðarenda og Eiler Rasmussen, er av altjóða fótbóltssamgonguni UEFA, sett at leiða Europa League-dystin millum UE Santa Coloma úr Andorra og bosniska liðið HSK Zrinjski Mostar.
Petur Reinert verður dómari, Regin Egholm og Jan á Líðarenda vera hjálpardómarar, meðan Eiler Rasmussen verður 4. dómari.
Europa League-dysturin millum UE Santa Coloma og HSK Zrinjski Mostar verður spældur á Estadi Comunal í Andorra hósdagin 4. juli.