Fríggjadagin 23. mars skipar Dimmalætting fyri pallborðsfundi um føroyskan fótbólt. Fundurin verður í fabrikkini hjá Østrøm á Skálatrøð
Leygardagin 24. mars verður eitt nýtt kappingarár í føroyskum fótbóltið sparkað í gongd, tá fyrsti dystur í Effodeildini er á skránni. Hendan dagin taka føroyameistararnir úr B36, ímóti uppflytarunum úr FC Suðuroy. Dysturin verður á Ovara Vølli í Gundadali leygardagin kl. 16:00.

Í hesum sambandi skipar Dimmalætting fyri pallborðsfundi um føroyskan fótbólti, og serliga um kappingarárið ið nú stendur fyri framman. Fundurin verður í fabrikki hjá Østrøm á Skálatrøð fríggjadagin 23. mars, kl. 15:00.

Kjakast verður um kappingarárið, ið liggur fyri framman, og um onnur viðurskifti í føroyskum fótbólti, so sum leikaramenning og annað.

Pallborðið verður mannað við leikarum, venjarum, dómarum og umboðum fyri Fótbóltssamband Føroya.

Atli Gregersen og Jákup á Borg fara at umboða fótbóltsleikararnar, og Heðin Askham og Eli Hentze verða vegna venjararnar. Petur Reinert, ið er altjóða dómari, kemur at umboða dómararnar, meðan formaðurin í Kappingarnevndini hjá FSF, Jákup Martin Joensen, umboðar Fótbóltssamband Føroya.

Fundurin verður sum sagt í fabrikkini hjá Østrøm á Skálatrøð fríggjadagin 23. mars, klokkan 15:00, og øll fótbóltsáhugað eru vælkomin.