Páll Klettskarð verður ikki við, tá landsliðið mikudagin setir kós móti Mijas í Spania, og Lars Olsen hevur samstundis avgjørt, at eingin verður úttikin ístaðin fyri Páll
Framherjin í KÍ, Páll Klettskarð, verður kortini ikki við, tá føroyski landsliðshópurin mikudagin setir kós ímóti Mijas, har suðuri í Spania, har føroyska liðið fer á venjingarlegu komandi vikuna.

Í Klaksvíkskappingini, sum varð spæld seinasta vikuskiftið, fekk Páll Andrasson Klettskarð ein snudd, og mett verður tí ikki, at Páll verður klárur at spæla fyri landsliðið komandi leygardag, tá Gibraltar og Føroyar møtast á Victoria Stadium á Gibraltar.

– Hóast Páll Klettskarð hevur givið avboð, og Arnbjørn Hansen eisini er skaddur, so eru vit framvegis væl stillaðir við áleyparum. Jóan Símun Edmundsson og Klæmint Olsen eru tøkir, og Gilli Sørensen kann eisini nýtast á fremstu plássunum, og tí verður eingin úttikin ístaðin fyri Páll Klettskarð, sigur Lars Olsen, landsliðsvenjari.

Umframt dyst ímóti Gibraltar, so skal føroyska landsliðið eisini royna seg í venjingardysti ímóti Malaga, sum spælir í bestu fótbóltsdeildini í Spania. Dysturin millum Føroyar og Malaga verður spældur mikudagin 5. mars.