Við næstan 40 prosentum av atkvøðunum, gjørdist málið hjá Pæturi Skipanes úr NSÍ, Ársins mál 2020 í Betri Deildini hjá monnum

——————

Tilsamans 466 mál blivu skoraði í teimum 135 dystunum í Betri Deildini hjá monnum farna kappingarár. Og nú er greitt, at tað var Pætur Skipanes úr NSÍ, ið gjørdi tað besta málið.

Frásøgumaðurin, Niels Petersen fekk heiðurin at velja fimm mál burtur úr rugvuni, sum hann metti skuldu tilnevnast til ársins mál, og síðan fingu fótbóltsfjepparar møguleikan at atkvøða á Facebook vanganum hjá Televarpinum.

Umleið túsund atkvøður vórðu avgreiddar, og tá talt var saman, hevði Pætur Turiðarson Skipanes fingið umleið 40 prosent av atkvøðunum. Umframt heiðurin, fekk Pætur eisini eina minnisplástu við áskriftini um, at hann skoraði Ársins mál 2020 í Betri Deildini hjá monnum, og eitt gávukort upp á 1.000 krónur frá EFFO.

Á Rás 1 í Televarpinum ber til at síggja eina styttri samrøðu við Pætur Skipanes, har hann millum annað setir orð á, hvussu hann minnist sjalvt málið, og hvussu hann sær upp á komandi kappingarár.