Føroyska A-landsliðið kom til Ísland á middegi, og klokkan fimm seinnapartin var fyrsta venjing á skránni
Mikudagin 15. august, kl. 19:45 (20:45 føroyska tíð) spælir føroyska A-landsliðið venjingardyst móti Íslandi. Dysturin verður spældur á Laugardalsvøllinum í Reykjavík.
Føroyska ferðalagið kom til Reykjavíkar á middegi, og klokkan fimm seinnapartin hevði Lars Olsen sína fyrstu venjing við hópinum.
Ein broyting er framd í hópinum, síðani liðið varð úttikið. Súni Olsen hevur givið avboð vegna skaða í fótliðnum, og í hansara stað hava venjararnir, Lars Olsen og Jóannes Jakobsen úttikið stríðsmannin á miðvøllinum hjá EB/Streymi, Pætur Dam Jacobsen.
Sum heild eru allir leikararnir sera væl fyri, og venjararnir vóru eisini væl nøgdir við tað ið teir sóu undir venjingini, sum endaði við dysti millum teir eldru móti teimum yngru. Og fyri fyrstu fer í langa tíð eydnaðist tað teimum yngru at fara sum sigursharrar av vøllinum.
Fyri fyrstu fer í longri tíð eydnaðist teimum yngru at vinna á teimum eldru