Fult umfar hevur verið í 1. deild hjá monnum í dag, og heldur óvæntað tapti AB ímóti teimum næstbestu hjá HB
Fult umfar hevur verið í næstbestu deildini hjá monnum í dag, og hóast AB heldur óvæntað tapti fyri HB, so varðveita argjamenn oddasessin í deildini.
Í Klaksvík vann 07 Vestur, og tað hevur við sær, at munurin upp til AB nú bara eru tvey stig.
Skála var nær við at fara við øllum av Svangaskarði, men í seinastu løtu eydnaðist toftamonnum at javna. Í seinastu dystunum eydnaðist tað B71 og EB/Streymi at vinna á ávikavist Víkingi og NSÍ.
HB – AB 1-0 (1-0)
Argjamenn, sum higartil hava verið mestsum einaráðandi í 1. deild hjá monnum, taptu heldur óvæntað í dag fyri HB.
Dysturin var ikki meira enn átta minuttir gamal, tá Høgni Midjord legði heimaliðið í Gundadali á odda, og henda støða helt sær restina av dystinum.
Tískil máttu argjamenn fyri fyrstu ferð í ár av vøllinum við ongum. Men hóast AB tapti, so eru teir framvegis oddalið í 1. deild hjá monnum.
KÍ – 07 Vestur 2-5 (1-0)
07 Vestur gjørdi sína skyldu sum oddalið, tá teir seinnapartin vitjaðu í Klaksvík. Úrslitið gjørdist 5-2 til vágamenn, men í steðginum var KÍ á odda 1-0. Klaksvíkingar komu eisini á odda 2-0, tá dysturin var góðan tíma gamal.
Men so vaknaðu vágamenn, og seinastu 20 minuttirnar skoraðu teir fimm ferðir, til endaliga úrslitið 5-2 til 07 Vestur.
Málini hjá 07 Vestur skoraðu Tór-Ingar Akselsen, ið gjørdi tvey, Andrias Eriksen, Holgar Durhuus og Rógvi E. Nielsen.
Fyrra máið hjá KÍ var sjálvmál, meðan Sámal Olsen skoraði tað seinna.
Úrslitini í 10. umfari:
B68 – Skála 1-1 (0-1)
HB – AB 1-0 (1-0)
Víkingur – B71 1-2 (0-1)
KÍ – 07 Vestur 2-5 (1-0)
EB/Streymur – NSÍ 2-1