Øssur Hansen er nýggjur venjari hjá U19-landsliðnum við dreingjum. Og fyri viku síðani hevði Øssur fyrstu venjingarnar, ið vórðu skipaðar í tveimum, við næstan 50 spælarum tilsamans

——————

– Hetta er ein sera spennandi avbjóðing, so tí ivaðist eg ikki, og valdi at takka ja til hesa uppgávuna. Tað sigur Øssur Hansen, ið hevur tikið við sum venjari hjá U19-landsliðnum við dreingjum.

At hjálpa sær hevur hann eina aðra landsliðslegendu, nevniliga Christian Høgna Jacobsen, og málmansvenjari verður Geza Turi. Øssur avloysir Sigfríða Skaale Clementsen, sum hevur staðið á odda fyri liðnum seinastu tvey árini.

Í fyrstu atløgu er avtalan millum Øssur Hansen og Fótbóltssamband Føroya galdandi fyri hetta árið. Á skránni eru tveir venjingardystir móti Gibraltar, sum verða í september, umframt EM-undankappingin, sum verður í Kroatia í november.

– Spælararnir í U19-aldurbólkinum eru sera aktivir alt árið. Teir flestu spæla í Betri Deildini, og teir eru tískil upptiknir næstan alla tíðina í teirra feløgum. Men vit fara eftir førimuni at royna at fáa so nógvar venjingar sum tilber, sigur Øssur Hansen við heimasíðuna hjá FSF.

Tá landsliðssteðgurin var her fyri, nýtti Øssur, ið er skrásettur fyri 51 dystir og tvey mál fyri føroyska A-landsliðið, møguleikan at hava sínar fyrstu venjingar sum U19-landsliðsvenjari. Eini 50 spælarar vóru boðsendir til venjingarnar, sum vórðu skipaðar í tveimum bólkum.

Til EM-undankappingina, sum verður í døgunum 13. til 22. november, er føroyska U19-liðið í bólki saman við Kroatia, Ísrael og Armenia.

Niðanfyri eru myndir frá U19-landsliðsvenjingini, sum var á Svangaskarði á Toftum fyri einari viku síðani. 

Myndir: Bjarni Enghamar