Føroyska U19-landsliðið við gentum tapti eisini næsta dystin í EM-undankappingini í Serbia. Úrslitið gjørdist 5-2 til serbisku vertirnar, men í steðginum var føroyska liðið á odda 2-1
– Tíverri taptu vit aftur í dag, men eg eri kortini nøgdur við innsatsin og tann hugburð, ið okkara gentur vístu allan dystin, sigur John Petersen, venjari hjá U19-landsliðnum við gentum.

Eftir stórtapi fyri Hollandi í fyrsta dystinum í EM-undankappingini í Beograd, fingu føroysku genturnar eina lítla uppreisn í næsta dystinum, sum var ímóti Serbia. Úrslitið gjørdist 5-2 til serbisku vertirnar, men í steðginum var føroyska liðið á odda 2-1.

Tá 13 minuttir vóru spældir legði Milja Simonsen Føroyar á odda 1-0. Serbia javnaði tá góður hálvur tími var spældur, men beint áðrenn hálvleik var Milja aftur upp á spæl og skoraði til 2-1. Um meir hepni var við okkara liðið, kundi tær fingið fleiri mál áðrenn steðgin. Serliga ta eina ferðina var nær við, tá Milja Simonsen royndi seg úr spískum, men bólturin brast á serbisku stongina.

Fyrstu trý korterini og nakað inn í seinna hálvleiki var føroyska liðið væl við, men sum fráleið byrjaði orkan at ganga undan. Serbiska liðið tók meir og meir yvir, og tá avtornaði vann Serbia 5-2.

– Vit spæla ein góðan fyrra hálvleik, og hava sum heild tamarhald á dystinum. Tær serbisku hava bóltin nógv, men hvørja ferð okkara vunnu bóltin, varð vandi á ferð. Tríggjar ferðir gjørdist Milja Simonsen leys við málverjanum. Tvær ferðir blívur mál, meðan triðju ferðina brast bólturin á stongini, sigur John Petersen, landsliðsvenjari.

Seinasta umfar í EM-undankappingarbólki 5 verður spælt hósdagin. Tá skulu okkara gentur royna seg ímóti Letlandi, sum í dag tapti 10-0 fyri hollendsku europameistarunum.

Føroyska liðið ímóti Serbia:
12. Hanna Poulsen (GK), 3. Arnborg Lervig, 4. Katrina Akursmørk (CAP), 5. Milja Simonsen, 6. Kára Jarnskor, 7. Ásla Johannesen, 9. Margunn Lindholm (11. Kára Djurhuus, 72. min.), 10. Hervør Olsen, 15. Brynhild Haraldsen, 16. Lív Arge (17. Kristina Obradovic, 83. min.) og 18. Rúna Jacobsen (8. Jensa Olsen, 63. min.).

Óbrúktir leikarar:
1. Lea Reginsdóttir (GK), 2. Hildur Egilsdóttir, 13. Marita á Fríðriksmørk og 14. Silja Johannesen.

Venjarar:
John Petersen og Ingun Hansen.

Tær fyrstu 11, ið byrjaðu á vøllinum ímóti Serbia – Mynd: Ingun Hansen

Milja Simonsen skeyt bæði málini fyri Føroyar í 5-2 tapinum ímóti Serbia – Mynd: Ingun Hansen