Týsdagin varð boðað frá, at fyrru hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið verða fluttar frá 21. mai til 4. og 5. juni. Men nú er greitt, at fyrra hálvfinalan millum Víking og EB/Streym kortini verður spæld 21. mai
– Hetta verður gjørt, fyri at liðini í hálvfinalunum kunnu fáa á leið somu hvíld, uttan at broyta leikskránna í EFFO-deildini, vóru boðini frá Jákupi Martin Joensen, formanni í Kappingarnevndini hjá Fótbóltssambandi Føroya við heimasíðuna hjá FSF týsdagin

Men dagin eftir var støðan tó ein onnur, og Jákup Martin Joensen ásannar, at teir kanska vóru dekan ov skjótir at flyta dystirnar.

– Vit hildu flytingina tæna øllum pørtum best, men síðani er ynski komið um, at dysturin millum Víking og EB/Streym ikki verður fluttur. Bæði feløgini eru samd um, at dysturin verður spældur eftir upprunaligu ætlanini, og so ivaðust vit ikki í at eftirlíka hesum, sigur Jákup Martin Joensen við in.fo.

Sostatt verður fyrra hálvfinalan millum Víking og EB/Streym spæld um eina viku. Hin hálvfinalan stendur millum HB og B68, og har verður fyrri dysturin spældur mikudagin 4. juni. Seinnu hálvfinalurnar verða spældar 18. juni, og finalan verður á Tórsvølli leygardagin 30. august.