NM U17: Tað vera Ongland og Svøríki, sum skulu spæla ársins finalu í NM-kappingini fyri U17-landslið
Seinastu dystirnir í bólkaspælinum í NM-kappingini fyri U17-landslið vórðu spældir í dag, og úrslitini háttaðu seg soleiðis, at tað vera Ongland og Svøríki sum skulu spæla finaluna. Finalan verður á Ovara Vølli í Gundadali leygardagin 11. august, klokkan 16:00.

Hjá føroysku liðunum var úrtøkan misjøvn á næstseinasta leikdegnum. U19-landsliðið tapti 4-1 fyri sviium, meðan U17-liðið spældi málleysan javnleik ímóti Finnlandi. Einsamallað málið hjá U19-liðnum gjørdi Jón Áki Jacobsen, tá hann sendi hornaspark beinleiðis í málið.

Úrslitini hjá føroysku liðunum hava við sær, at U19-landsliðið skal spæla um 5. og 6. plássið ímóti Finnlandi, meðan U17-liðið skal spæla um 7. og 8. plássið ímóti Íslandi.

Báðir dystirnir verða spældir leygardagin klokkan 11:00. Finnland og Føroyar U19 spæla eftir ætlan á Argjum, meðan Føroyar U17 og Ísland spæla í Gundadali.

Bronsudysturin verður millum Danmark og Noreg leygardagin klokkan 13:30, og klokkan 16:00 bresta Ongland og Svøríki saman í NM-finaluni fyri U17-landslið.

Seinast NM var í Føroyum, var í 2006, og tá møttust danir og onglendingar í finaluni. Ta ferðina vann Ongland 1-0. Í fjør vann Ísland Norðurlandameistaraheitið fyri U17-landslið.