Føroyameistararnir og steypavinnararnir hittast longu í fyrsta leikumfari í landskappingini, og enn sleppa áskoðarar ikki til dystir


Í samráð við føroyameistararnar KÍ og steypavinnararnar HB er avgjørt, at stórsteypadysturin hjá kvinnum ikki verður spældur á hesum sinni. Liðini bresta saman longu í fyrsta leikumfari 24. mai, og spæla tí venjingardystir móti øðrum liðum hesar seinastu vikurnar áðrenn kappingarbyrjan.

Stórsteypadystur hjá kvinnum varð fyrstu ferð spældur í fjør, tá HB vann heili 7-1 á EB/Str/Skála. Dysturin í ár skuldi upprunaliga spælast í februar, men fyrst illveður og síðan koronasteðgur hava forðað tí. Møguleiki er tó framvegis fyri, at stórsteypadysturin millum KÍ og HB verður avgreiddur seinni í ár.

Betri Deildin hjá kvinnum byrjar sum nevnt 24. mai, og í fyrsta umfari taka føroyameistararnir KÍ ímóti HB, NSÍ tekur ímóti EB/Str/Skála, meðan B36 tekur ímóti ÍVB.