Fult umfar í Effo-deildini varð spælt skírishósdag, og við sigri á 07 Vestur, er ÍF nú einsamalt oddalið í fremstu deildini hjá monnum
Níggju mál vórðu gjørd í fýra av teimum fimm dystunum, sum blivi spældir í Effo-deildini Skírishósdag, 28. mars.

Í innslagnum niðanfyri eru øll málini í 3. umfari í Effo-deildini.

4. umfar í fremstu deildini hjá monnum verður spælt mánadagin 1. apríl, sum er 2. páskadagur, og tá verður spælt soleiðis:
Víkingur – EB/Streymur, kl. 15:00
07 Vestur – NSÍ, kl. 15:00
B36 – TB, kl. 15:00
AB – KÍ, kl. 17:00
ÍF – HB, kl. 17:15