Hóast tað væntandi verður eitt sterkt polskt lið, ið vitjar á Svangaskarði hósdagin, so hevur Olga Kristina Hansen, ið hevur spælt 29 landsdystir fyri Føroyar, góðar vónar undan dystinum ímóti Póllandi
Hósdagin 8. mai skal føroyska A-landsliðið við kvinnum í eldin aftur, tá polska kvinnulandsliðið kemur hendan vegin at spæla HM-undankappingardyst ímóti Føroyum. Tá liðini møttust í september í fjør gjørdist úrslitið 6-0 til Pólland, og verða tær eisini mettar at hava eitt rættuliga sterkt landslið. Men kortini hevur Olga Kristina Hansen, ið hevur spælt 29 A-landsdystir og skorað fýra mál fyri Føroyar, góðar vónar undan seinna dystinum ímóti Póllandi.

– Eg haldi, at vónirnar til hendan dystin eru hampuliga góðar. Vit hava fingið tríggjar dystir á hægsta stigi afturat í beinini, síðani vit møttu teimum seinast og spæla nú á heimavølli. Vit kenna teirra styrki, og hvussu tær spæla, so megna vit at vera disiplineraðar og forða teimum í at koma við somu innleggunum sum seinast, so haldi eg, at vit væl kunnu fáa eitt gott úrslit hósdagin, sigur Olga Kristina Hansen.

Fyri góðum mánaða síðan skrivaði føroyska kvinnulandsliðið søgu við at spæla javnleik 1-1 ímóti Bosnia/Hersigovina, og harvið vinna sítt fyrsta stig í einari HM-undankapping. Og fimm dagar seinni eydnaðist føroyska liðnum aftur at fáa stig, eftir málleysan javnleik ímóti Norðurírlandi. Sostatt hava føroysku kvinnurnar higartil fingið tvey stig í fyrstu fimm dystunum í hesari undankappingini.

– Eg haldi, at vit kunnu vera væl nøgdar við at hava fingið 2 stig í teimum báðum síðstu dystunum. Vit vistu, at tríggir teir fyrstu dystirnir, fyrst heima ímóti Skotland og so úti ímóti Póllandi og Svøríki, fóru at verða ótrúliga torførir, men at vit allarhelst kundu standa okkum betur ímóti bæði Bosnia/Hersigovina og Norðurírlandi. Serliga ímóti teimum bosnisku haldi eg, at vit kundu vunnið. Í seinna hálvleiki høvdu vit yvirtakið, og hevði neyðuga hepnið verið við okkum, so fingu vit øll trý stigini ímóti Bosnia/Hersigovina, sigur Olga Kristina Hansen, ið til dagliga spælir við danska felagnum, Østerbro IF.

Undan dystinum komandi hósdag, sum verður á Svangaskarði klokkan 17:00, er Pólland nummar trý í bólkinum við seks stigum, sum eru vunnin við sigrum ímóti Føroyum og Norðurírlandi. Kortini hevur Olga Kristina Hansen góðar vónar til uppgávuna, ið bíðar føroyska kvinnulandsliðnum hósdagin.

– Tær polsku kvinnurnar eru væl fyri tekniskt og sera kvikar, og har afturat hava tær høgar og sterkar framherjar, og spæla tískil við nógvum innleggum, nakað, ið ikki er okkara sterka síða. Kortini havi eg góðar vónir, og eg haldi vit eru hampuliga væl fyri til komandi dyst. Kappingarnar í Føroyum og Danmark eru av álvara komnar í gongd, og tað átti at komið okkum til góðar, sigur Olga Kristina Hansen at enda.

Føroysku kvinnurnar vóna, at nógvir áskoðarar koma til dystin hósdagin, og aftur hesaferð verður ókeypis atgongd. Fyrsta bríksl verður klokkan 17:00.


Olga Kristina Hansen, ið higartil hevur spælt 29 landsdystir fyri Føroyar, hevur góðar vónir undan dystinum ímóti Póllandi – Mynd: Hans Erik Danielsen