Við einum góðum triðingi av atkvøðunum, bleiv Olaf Bárðarson úr Víkingi valdur til besta spælara í Betrideildini í oktober mánað
– Fótbóltsárið hevur sum heild verið ordiliga gott, og at enda árið við hesum heiðurinum, eri eg sera glaður fyri, sigur Olaf Bárðarson við heimasíðuna hjá FSF.
Tað eru landsliðsvenjarar, miðlafólk og viðmerkjarar, ið atkvøða fyri besta spælara hvønn mánað, og tá talt var saman fyri oktober, hevði arbeiðssami víkingurin hjá føroyameistarunum úr Gøtu og Leirvík fingið flestar atkvøður.
Aðrir, ið eisini fingu væl av atkvøðum, vóru Poul Kallsberg úr Víkingi, Bartal Páll Klein úr B68, og Árni Frederiksberg úr KÍ.
Fyri heiðurin, sum besti spælari í oktober, fekk Olaf Bárðarson eitt gávubræv upp á 1.000 krónur frá Hotel Brandan, og eina glasstandmynd, ið er latin av FSF og Betri.