Tað er ein spennandi tíð við nógvum landsliðsvirksemi fyri framman hjá ungdóminum, og hetta fer sambært nýggja landsliðsvenjaranum at geva enn fleiri spælarum møguleikan


Herfyri varð kunngjørt, at Eyðvør Jakobsen er sett í starv at stjórna U16 og U17 landsliðunum við gentum. Nú er somuleiðis greitt, at Pauli Poulsen, sum seinastu árini hevur verið høvuðsvenjari hjá U17 gentulandsliðnum, í næstum tekur við sum høvuðsvenjari á Skála. Í tí sambandi er avgerð tikin um, at Eyðvør longu tekur yvir sum høvuðsvenjari hjá U17 gentunum frá 1. januar at rokna.

Fótbóltssambandið vil nýta høvið at takka Paula Poulsen fyri tíðina og tað stóra arbeiðið, hann hevur lagt í U17 landsliðið við gentum. Komandi tíðina verður landsliðsvirksemið økt við tað, at Føroyar fara at hava U15, U16 og U17 landslið á bæði gentu- og dreingjasíðuni. 

Hetta er eitt stórt og týdningarmikið stig at taka við menningini av ungum spælarum fyri eyga, sigur Pætur S. Clementsen, tekniskur stjóri við heimasíðuna hjá FSF. 

– Vit stovnseta U16 landsliðini fyri at økja um tilboðið hjá ungu spælarunum, og í hesum skulu vit allatíðina hava menningina hjá hvørjum einstøkum spælara í fokus. U17 aldurin er framvegis tíðliga á leiðini og tí er tað umráðandi fyri okkum at hava so nógvar spælararar við rundanum landsliðini sum gjørligt, greiðir Pætur S. Clementsen frá.

Og júst hetta við at geva nógvum spælarum møguleikan, fyllir eisini nógv í tilvitskuni hjá nýsetta landsliðsvenjaranum.

– Vit hava nógvar evnaríkar og hugagóðar spælarar í teimum yngstu landsliðsárgangunum, og eg gleði meg ótrúliga nógv til at sleppa undir arbeiðið við at menna tær. Vit hava nógv á skránni í vár við bæði U16 og U17 gentunum, og eg fari at leggja meg eftir at savna og síggja so nógvar spælarar sum møguligt í fyrireikingunum til dystirnar, tí málið er at manna bæði landsliðini við so “reinum” árgangum sum gjørligt, sigur Eyðvør Jakobsen. 

Gentulandsliðini hava sum nevnt eitt sera virkið vár fyri framman. Í mars skal U17 landsliðið (árgangur 2006) til kapping í Litava, og í apríl skal U17 (árgangur 2007) til kapping á Malta.