Undan landsdystunum ímóti Kasakstan og Eysturríki, skipar Giza/Hoyvík fyri “Okkara FM” á teknikvølli uttanfyri Dansifrøi

Í samstarvi við Okkara, skipar Giza/Hoyvík fyri ”Okkara FM” undan landsdystunum ímóti Kasakstan og Eysturríki. Kappingin fer fram á einum sokallaðum Pannavølli, ið verður settur upp uttanfyri Dansifrøi.

Spælt verður ein ímóti einum, har serligur dentur verður lagdur á teknisku førleikarnar hjá leikarunum.

Allir leikararnir spæla í minsta lagi fýra dystir, og fáa eisini eina sodavatn frá Okkara, ið er høvuðsstuðul av tiltakinum.

Fríggjadagin 11. oktober, tá Føroyar og Kasakstan spæla, verður kapping fyri U12, og týsdagin 15. oktober, tá Eysturríki kemur á vitjan á Tórsvølli, verður kappingin fyri U14.

Vinnarin av kappingini í hvørjum aldursbólki vinnur steyp, ein kassa av sodavatn og eina føroyska landsliðstroyggju.

Kostnaður fyri at luttaka er 50 krónur. Tilmelding fer fram við at senda teldupost til [email protected], ella við at ringja 73 74 25.