1. deild kvinnur: Bæði KÍ og B36 vunnu stórt á ávikavist Víkingi og FC Suðuroy, tá 10. umfar í 1. deild hjá kvinnum varð spælt í dag
Fult umfar í 1. deild hjá kvinnum hevur verið á skránni í dag, og við sannførandi sigri á Víkingi, eru klaksvíkskvinnur framvegis fremst í deildini.
Eisini B36 vann stórt, tá FC Suðuroy var á vitjan í Gundadali.
Víkingur – KÍ 0-8
KÍ lat ongan iva vera um hvønn veg sigurin skuldi fara, tá sigursvandu klaksvíkskvinnurnar í dag vóru á vitjan í Leirvík, har Víkingur tók ímóti.
Úrslitið gjørdist 8-0 til KÍ, eftir 4-0 í steðginum. Sofía Purkhús gjørdi trý mál, meðan Rannvá Andreaseen og Sigrid Jacobsen skoraðu tvey mál í part. Seinasta málið í stórsigrinum gjørdi Malena Josephsen tríggjar minuttir fyri leiklok.
B36 – FC Suðuroy 9-0 (5-0)
Kvinnurnar hjá FC Suðuroy hava fingið eina heldur ógvusliga byrjan í hesum kappingarárinum. Liðið hevur tapt fleiri dystir stórt, og dysturin í dag í Gundadali, ímóti B36, varð als einki undantak. Úrslitið gjørdist 9-0 til B36, sum var frammanfyri við fimm málinum í hálvleikinum.
Rakul Johannesen skoraði trý mál fyri árstalsfelagið, meðan Margit Magnusardóttir, Brynja Høj og Vár Næs gjørdi tvey mál í part.
Úrslit, 9. umfar:
NSÍ/B68 – ÍF 1-1
B36 – FC Suðuroy 9-0
AB – Skála 2-1
HB – EB/Streymur 5-0
Víkingur – KÍ 0-8