Við trimum málum ímóti ongum, vunnu Rasmus Dan Sørensen og B36 rættuliga sannførandi á Víkingi. Heldur ikki HB megnaði at gera sína skyldu sum oddalið í Effodeildini
Hóast HB og Víkingur vóru stórfavorittar undan dystunum í 8. umfari, so megnaði bæði ÍF og B36 at vinna sannførandi í Gundadali.
B36 – Víkingur 3-0 (3-0)
Undan dystinum millum B36 og Víking vóru tað ivaleyst mong ið hildu, at felagsliðið úr Gøtu og Leirvík var stórfavorittur. Men hóast tríggir av stuðulsleikarunum hjá B36 vóru leikbannaðir, so vunnu føroyameistararnir frá seinasta kappingarári ein tryggan sigur á Víkingi. Longu eftir fyrstu 45 minuttirnar var dysturin so gott sum avgjørdur til fyrimuns fyri B36, sum var á odda 3-0 í hálvleikinum.
Tá 13 minuttir vóru spældir streyk Lukasz Cieslewicz avstað í høgru síðu, og komin inn í brotssteigin, langaði póllendingurin bóltin í málið.
Lítla løtu seinni sendi Jákup á Borg horna væl innfyri úr høgru. Inni í málfeltinum var Símun Joensen hægstur, og við høvdinum stýrdi klaksvíkingurin bóltin í netið.
Heimaliðið sat á dystinum hesa løtuna, og sjey minuttir fyri steðgin varð dysturin í roynd og veru avgjørdur. Gott samanspæl í vinstru endaði við, at 16 ára gamli Rasmus Dan Sørensen (myndin) gjørdist púra leysur við Geza Turi í Víkinga-málinum. Ungi B36-leikarin sveik ikki, og so varð 3-0 til føroyameistararnar.
Í seinna hálvleiki royndi Víkingur at trýsta, men lítið hjálpti. Hinvegin gjørdist mótbrekkan enn tyngri, tá Atli Gregersen stutt fyri leiklok fekk reytt kort.
Fleir mál komu ikki, og vann B36 sostatt ein fult uppibornan sigur á oddaliðnum í Effodeildini.
HB – ÍF 1-4 (0-2)
HB, sum ongan dyst hevði tapt í landskappingin í ár, metti leggja rygg til lemjandi 1-4 ósigur á heimavølli ímóti ÍF leygardagin.
Dysturin var ikki nógvar minuttir gamal, tá Clayton Soares skoraði til 1-0, og stutt fyri hálvleik økti Jan Ellingsgaard til hálvleiksstøðuna 2-0 til ÍF.
Eftir steðgin royndi HB at trýsta fyri at minka um munin, og kom inn í dystin aftur, men heldur var tað ÍF ið var effektivari, tá møguleikarnir vóru.
Tá ein tími var spældur gjørdist støðan 3-0 til ÍF, og í 78. minutti var aftur mál til fuglfirðingar. Í báðum føri var Clayton Soares málskjúttin fyri ÍF, sum sostatt fekk sítt hattrick.
Tíggju minuttir fyri leiklok bragdaði umsíðir hjá heimaliðnum, men nærri kom HB ikki. Einsamalla málið hjá HB gjørdi Hallur Hansson.
8. umfar:
TB – B68 3-1 (1-1)
0-1: Kristian Anton Andreassen
1-1: Igor Grkajac
2-1: Igor Grkajac
3-1: Poul Ingason
HB – ÍF 1-4 (0-2)
0-1: Clayton Soares
0-2: Jan Ellingsgaard
0-3: Clayton Soares
0-4: Clayton Soares
1-4: Hallur Hansson
B36 – Víkingur 3-0 (3-0)
1-0: Lukasz Cieslewicz
2-0: Símun Joensen
3-0: Rasmus Dan Sørensen
EB/Streymur – NSÍ 1-0 (0-0)
1-0: Egil á Bø
KÍ – FC Suðuroy 5-1 (5-0)
1-0: Heðin Klakstein
2-0: Jógvan Isaksen
3-0: Henry Heinesen
4-0: Álvur F. Christiansen
5-0: Jógvan Isaksen
5-1: Jón Krosslá Poulsen