Um vikuskifið verður 13. umfar í Effodeildini spælt. Tveir dystir verða spældir leygardagin og tríggir dystir verða spældir sunnudagin
Tveir dystir verða spældir leygardagin. Klokkan 15:00 møtast B36 og KÍ í Gundadali, og klokkan 18:00 verður toppdystur við Margáir, har EB/Streymur tekur ímóti Víkingi.

Sunnudagin spæla ÍF-B68, HB-FC Suðuroy og TB-NSÍ. Allir dystirnir sunnudagin verða bríkslaðir í gongd klokkan 15:00.

Í innslagnum niðanfyri meta Jóannes Jakobsen og Tróndur Vatnhamar um dystirnar í 13. umfari í Effodeildini. Eisini eru øll málini frá 12. umfari, sum varð spælt mikukvøldið.

Í innslagnum verður sagt, at dysturin í Gundadali millum B36 og KÍ byrjar klokkan 17:00. Hetta er ikki rætt. Dysturin í Gundadali byrjar klokkan 15:00.