1. deild menn: 07 Vestur, Skála og AB gjørdu sína skyldu sum oddalið í næstfremstu deildini, tá 23. umfar varð spælt í dag
Nú fýra dystir eru eftir at spæla í 1. deild hjá monnum, er kappingin um fremstu plássini rættuliga hørð. 07 Vestur er framvegis fremst, fimm stig frammanfyri Skála, sum síðani eru tvey stig frammanfyri AB á 3. plássi.
07 Vestur – EB/Streymur 1-0 (0-0)
07 Vestur vann tepurt á Dungasandi í Sørvági, har EB/Streymur var á vitjan. Úrslitið gjørdist 1-0 til vágamenn, við málið sum Holgar Durhuus skoraði í 73. minutti.
Víkingur – Skála 0-2 (0-1)
Í Leirvík tók Víkingur ímóti Skála, sum veruliga hevur havt vind í seglunum seinastu nógvu umførini, og aftur í dag fóru skálamenn av vøllinum við fullari úrtøku.
Skála vann 2-0, eftir at gestirnir í Leirvík vóru frammanfyri við einum í steðginum.
Ólavur Mikkelsen og Brian Jacobsen gjørdu málini fyri teir appelsingulu.
KÍ – AB 0-1 (0-0)
Eisini AB heldur fast um eitt av fremstu plássunum, eftir at AB í dag vann tepran 1-0 sigur á KÍ í Klaksvík.
Einsamalla málið hjá argjamonnum gjørdi Leivur Holm Joensen, tá eitt korter var eftir at spæla við Djúpumýru.
Eftir 23. umfar er 07 Vestur fremst við 56 stigum, Skála er nummar 2 við 51 stigum, meðan AB er á 3. plássi við 49 stigum.
Úrslit, 23. umfar:
B68 – NSÍ 2-1 (2-0)
KÍ – AB 0-1 (0-0)
HB – B71 3-1 (0-1)
Víkingur – Skála 0-2 (0-1)
07 Vestur – EB/Streymur 1-0 (0-0)
24. umfar í 1. deild hjá monnum verður spælt mikudagin 5. september. Størsti spenningur verður væntandi í dystinum á Argjum, har AB tekur ímóti Skála.