Í FSF Varpinum hesaferð meta Tróndur Vatnhamar og Jóannes Jakobsen um 11. umfar í Effodeildini, sum verður spælt komandi vikuskifti
Fyrsti dystur í 11. umfari verður spældur fríggjakvøldið kl. 19:00, tá ÍF og EB/Streymur hittast í Fløtugerði í Fuglafirði. Sunnudagin verða so hinir fýra dystirnir spældir, og byrja teir allir kl. 15:00.
Í FSF Varpinum meta Tróndur Vatnhamar og Jóannes Jakobsen um dystirnar í komandi umfar, umframt at øll málini frá 10. umfari eisini eru at síggja í sendingini hesaferð.