11. umfar í Effodeildini verður spælt leygardagin og sunnudagin. Í Gundadali verður veruligt oddabrak, har HB tekur ímóti EB/Streymi
Leygardagin 9. juni verður fyrsti dystur í 11. umfari í Effodeildini spældur, tá NSÍ og KÍ bresta saman á Eystanstevnu í Runavík.

Sunnudagin verða so hinir fýra dystirnir í hesum umfarinum spældir.
Í Vági tekur FC Suðuroy ímóti Víkingi, og á Toftum fær B68 vitjan av B36. Oddaliðið EB/Streymur skal í Gundadal, har HB er vertur, meðan fimti dystur í 11. umfari verður spældur í Fløtugerði í Fuglafirði, har tvøramenn vitja.

Í innslagnum niðanfyri meta Tróndur Vatnhamar og Jóannes Jakobsen um dystirnar í Effodeildini sum verða spældir leygardagin og sunnudagin.
Eisini eru øll málini frá seinasta umfari at síggja í innslagnum, umframt málini frá 6. umfari, tá somu lið sum møtast nú, spældi ímóti hvør øðrum.