Nýggi graslíkisvøllurin í Leirvík verður eftir ætlan tikin í brúk Flaggdagin, mikudagin 25. apríl, og síðani verður farið undir at leggja nýtt graslíki á í Sarpugerði
Arbeiðið at skifta vøllirnar í Eysturkommunu gongur væl, og um ætlanin heldur, verður vøllurin í Leirvík liðugur og kann takast í brúk Flaggdagin, mikudagin 25. apríl. Síðani verður farið undir at leggja nýtt graslíki á vøllin í Sarpugerði í Norðragøtu.

Vøllurin í Leirvík, sum varð lagdur á í 2005, fekk so mikið stóran skaða í ódnini í vetur, at hann mátti skiftast. Hetta arbeiðið hevur gingið væl, og væntandi verður nýggi graslíkisvøllurin í Leirvík tikin í brúk Flaggdagin.

Víkingur heimavøll í Fuglafirði
Arbeiðið at skifta graslíkið í Sarpugerði í Norðragøtu er komið so mikið ávegis, at nú er klárt at leggja nýggja undirlagið á. Gamla graslíki, sum varð lagt á í 2001, er tikið av, og so skjótt arbeiðið er liðugt í Leirvík, verður fari undir at leggja nýtt graslíki á í Sarpugerði. Hetta arbeiðið tekur væntandi einar tvær vikur, treytað av at veðrið verður til vildar.

Tískil má Víkingur finna sær annan heimavøll, tá FC Suðuroy kemur á vitjan 29. apríl. Seinastu vikurnar hevur fremsta lið hjá felagsliðnum vant á Skála, men sum skilst, so verður "heimavøllurin" hjá Víkingi komandi umfar væntandi í Fuglafirði.

Nýggju vøllirnir í Leirvík og Gøtu eru av merkinum DOMO, ið Ide Møblar umboðar í Føroyum.


Vøllirnir í Leirvík og Gøtu eru av merkinum DOMO, ið Ide Møblar umboðar í Føroyum