Fótbóltssamband Føroya hevur givið út blað um kappingarárið, sum stendur fyri framman
Í vikuni er nýggja blaðið "Kappingarárið 2014" komið á gøtuna. Talan er um ókeypis blað á 64 síður, sum Fótbóltssamband Føroya gevur út í sambandi við nýggja kappingarárið.

Í blaðnum er samrøða við umboð fyri øll liðini Effodeildini, og harafturat verða kikarin settur á landsliðsarbeiði, Tórsvøll, dómarar og venjaraútbúgving.

Blaðið er sum áðurnevnt ókeypis og fæst á Fast- og Effostøðunum kring landið.