Fótbóltssamband Føroya hevur givið út blað um kappingarárið, ið stendur fyri framman. Blaðið er ókeypis og fæst á øllum FAST- og EFFO-støðunum kring landið
Í vikuni er nýggja blaðið "Kappingarárið 2015" komið á gøtuna.
Talan er um ókeypis blað á 64 síður, sum Fótbóltssamband Føroya gevur út í sambandi við nýggja kappingarárið, ið stendur fyri framman.
Í blaðnum eru samrøður við umboð fyri øll liðini EFFO-deildini, og har afturat verður kikarin settur á hini átta feløgini, har fremsta lið felagsins er umboðað í 1. ella 2. deild. Í blaðnum kann eisini lesast um landsliðsarbeiði, dómarar og venjaraútbúgvingina, ið alt er ein stórur partur av FSF og føroyskum fótbólti.
Blaðið er sum áðurnevnt ókeypis og fæst á FAST- og EFFO-støðunum kring landið. Har afturat verður eisini møguleiki at fáa blaðið í sambandi við dystirnar í EFFO-deildini, sum verða komandi sunnudag.