Myndir // Við sannførandi 5-1 sigri á Liktinstein, setti føroyska A-landsliðið við monnum mánakvøldið nýtt føroyskt met. Talan er nevniliga um størsta sigurin í altjóða dysti, síðan Føroyar fingu limaskap í UEFA

——————

Tað var klassamunur, tá føroyska A-landsliðið við monnum mánakvøldið tók ímóti Liktinstein í venjingardysti á Tórsvølli. Gamaní fingu gestirnir fyrsta málið, men tað gekk bara lítil løta, so svaraðu okkara aftur, og tá avtornaði stóð 5-1 til Føroyar á máltalvuni, eftir 3-1 leiðslu í steðginum.

Klæmint Andrasson Olsen og Brandur Hendriksson Olsen gjørdu tvey mál í part, meðan Viljormur Davidsen, ið hesaferð spældi sín landsdyst nummar 50, stóð fyri fimta málinum, tá runavíkingurin úr ellivu metrum setti bóltin trygt í netið.

Føroyski sigurin mánakvøldið var samstundis tann størsti í altjóða dysti, síðan Føroyar fingu limaskap í UEFA í 1988. Gamla metið var frá 1. mars í 2014, tá Føroyar vunnu 4-1 á útivølli móti Gibraltar.

Fyrst í september skal føroyska landsliðið í eldin aftur, tá tríggir dystir i HM-undankappingini eru á skránni. 1. september spæla Føroyar og Ísrael, 4. september koma danir á vitjan, og týsdagin 7. september spæla Føroyar og Moldova.

Myndir: Heri Joensen