Umframt at hýsa virkseminum hjá FSF, verður nýggi bygningurin eisini høvuðsinngongd til Tórsvøll í framtíðini
Tá Føroyar og Týskland í september mánað komandi ár fara at spæla HM-undankappingardyst á Tórsvølli, verður nýggi bygningurin, sum Fótbóltssamband Føroya skal byggja við suðurendan á vøllinum, liðugur.

Tað stendur í avtalu sum FSF og Tórshavnar Býrað hava undirskrivað.

Samstarvið millum kommununa og Fótbóltssamband Føroya byrjaði fyri tveimum árum síðani. Tað miðar eftir, at Tórsvøllur skal útbyggjast og hava góðkenning bæði frá UEFA og FIFA.

Fyrsta stigið var at gera eina heildarætlan fyri Tórsvøll og seta ljós kring vøllin. Annað stigið var at gera nýggjan graslíkisvøll.

Nýggjur bygningur
Nú verður farið undir triðja stig, sum fevnir um at taka niður øll áskoðaraplássini við suðurendan á Tórsvølli, og síðani fer Fótbóltssamband Føroya undir at byggja nýggjan bygning, sum kemur afturat verandi FSF-bygningi við Tórsvøll.

Umframt at hýsa virkseminum hjá FSF, verður nýggi bygningurin eisini høvuðsinngongd til Tórsvøll í framtíðini. Har verða eisini nýggj áskoðarapláss gjørd.

Bygningurin skal standa liðugur í september næsta ár, tá ið Føroyar og Týskland spæla HM-undankappingardyst á Tórsvølli. Arbeiðið byrjar tískil beinanvegin.

MAP Arkitektar eru høvuðsráðgevar hjá FSF. Næsta stigið verður at byggja áskoðaraskýli, fyrst á eystursíðuni, og avtalað er, at projekteringin av eysturskýlinum byrjar í 2013.