Mikudagin 18. august verður sjøtul settur á eina nýggja UEFA A-venjaraútbúgving í Føroyum. Útbúgvingin endar við próvtøku í oktober-november í 2022

——————

– Endamálið við útbúgvingini er at menna framtíðar venjarar til toppfótbóltin, umframt at tey skulu verða fakfólkini í feløgunum komandi tíðina. Útbúgvingin er krevjandi, men vendir sær eisini serliga til teir venjararnar, ið longu eru virknir, ella sum hava ætlanir um at virka á høgum stigi, sigur Pætur Clementsen, tekniskur stjóri í Fótbóltssambandi Føroya.

Um alt gongur eftir ætlan, verður farið undir eina nýggja UEFA A-venjaraútbúgving mikudagin 18. august. Útbúgvingin er umleið 300 tímar, og endar við próvtøku í oktober-november í 2022.

Luttakararnir fáa millum annað kunnleika um fysiska, taktiska og sálarfrøðiliga partin av fótbóltsspælinum, sum verður gjørt við ástøðiligari frálæru og praktiskum uppgávum og venjingum. Luttakararnir fáa eisini innlit í leiðslu og leiðsluhættir, menning av liðum og skipan av felagi.

– Útbúgvingin, sum byrjar í august, líkist rættuliga nógv útbúgvingargongdini frá seinastu UEFA A-venjaraútbúgving. Men onkrar tillagingar eru gjørdar. Fótbólturin flytur seg alla tíðina, og umráðandi er, at A-útbúgvingin altíð er so dagførd sum gjørligt.

– Vit meta, at nýggja A-venjaraútbúgvingin er sera spennandi og luttakararnir kunnu síggja fram til eitt krevjandi, men samstundis mennandi og gevandi tíðarskeið, sigur Pætur Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.

Nærri kunning við millum annað vegleiðandi skrá og tilmelding sæst HER