Á seinasta starvsnevndarfundi hjá FSF í 2012, vórðu Vallarskjáttan 2013 og nýggja reglugerðin fyri MAFF-grunnin samtykt. Stjørnufótbólturin bleiv eisini umrøddur
Fríggjadagin 7. desember hevði starvsnevndin í Fótbóltssambandi Føroya seinasta fundin í hesum árinum. Vallarskjáttan 2013 og nýggj reglugerð fyri MAFF-grunnin vórðu samtykt. Verkætlanin Stjørnufótbóltur varð eisini umrødd á seinasta starvsnevndarfundi í 2012.

Nýggj reglugerð fyri MAFF
Á formansfundi 1. juni í ár, vórðu formenninir kunnaðir um, at Fótbóltssamband Føroya fór at broyta MAFF (Menning av Føroyskum Fótbóltsfeløgum) stuðulin frá 2013 at rokna.

Uppskot um møguligar broytingar vórðu lagdar fram tá, og við teimum viðmerkingum, sum komu á fundinum 1. juni, hevur umsitingin í FSF arbeitt við einari nýggjari reglugerð.

Feløgini kunnu søkja um stuðul frá Fótbóltssambandi Føroya, í mun til tað, sum tey sjálvi lata í skipanina. FSF stuðlar við í mesta lagi 50 prosentum. Tað merkir, at fyri hvørja krónu felagið nýtir, vil Fótbóltssamband Føroya lata eina krónu.

Tó verður stuðulin í mesta lagi 72.000 krónur til feløg, ið hava lið í Effodeildini, og 50.000 krónur til feløg, ið hava lið í ørðum deildum.

Nýggja reglugerðin fyri MAFF kann heintast HER

Vallarskjáttan
Á starvsnevndarfundinum 7. desember varð rundskriv um treytir til leikvøll, Vallarskjáttan 2013, samtykt.

Hetta hevur við sær, at "Áseting um vallir", frá 9. mai 2011 verður sett úr gildi.

Vallarskjáttan 2013 kann heintast HER

Stjørnufótbólturin
Fótbóltssamband Føroya hevur í eina tíð arbeitt við at seta eina skipan í gongd í Føroyum, sum kallast Stjørnufótbóltur.

Á seinasta starvsnevndarfundi varð samtykt, at leggja verkætlanina fram á næsta formansfundi, sum verður í FSF-húsinum mánadagin 21. januar 2013, kl. 17:00.

FSF-skrivstovan stongd
Vegna jólafrí verður skrivstovan í FSF-húsinum stongd frá mánadegnum 17. desember, til og við mikudagin 2. januar 2013.

Í hesum tíðarskeiði kunnu átroðkandi boð sendast umvegis teldupost til [email protected].