Eftir at Kappingarnevndin í farnu viku gav Víkinga-leikaranum, Hans Jørgen Djurhuus, fýra dagar leikbann í sambandi við reytt kort, sum hann fekk í dysti móti EB/Streymi seinasta mánadag, gjørdi Víkingur kappingarnevndina varuga við, at nýggjar upplýsingar vóru í málinum
Kappingarnevndin tók tí málið upp av nýggjum, og í sambandi við hetta gav dómarabólkurin til dystin millum Víking og EB/Streym eina nýggja frágreiðing, sum var munandi øðrvísi enn tann fyrra. Dómarabólkurin metti, at ein partur av uppruna frágreiðingina var ikki nóg greiður.
Av teimum fýra døgunum, ið Hans Jørgen Djurhuus hevði fingið leikbann, vóru teir tveir givnir fyri, at hann skuldi havt víst longutong mótvegis dómarabólkinum. Men sambært nýggju frágreiðingini hjá dómarabólkinum var hetta ikki gjørt mótvegis dómarabólkinum, og tað bleiv gjørt uttan fyri vøllin. Av hesi orsøk valdi kappingarnevndin hjá FSF at strika tveir av døgunum, sum Hans Jørgen Djurhuus hevði fingið í leikbanni.
Sostatt fær Víkinga-leikarin leikbann í tveir dagar. Ein dag fyri tey bæði gulu kortini í dystinum, og ein dag eyka fyri tað, sum annars hendi eftirfylgjandi.