Fyrr í vikuni skrivaðu Fótbóltssamband Føroya og bilfyritøkan Reyni Service undir nýggja samstarvsavtalu
Samstarvsavtalan millum Fótbóltssamband Føroya og Reyni Service inniber, at A-landsliðsvenjarin, Lars Olsen, næstu tvey árini framhaldandi fer at koyra í bili frá Reyni Service, tá landsliðsvenjarin er í arbeiðsørindum í Føroyum.

Harafturat fer umsitingin hjá FSF eisini at hava ein bil, sum Reyni Service letur, til sítt dagliga virksemi.