1. februar byrjaðu Eli Hentze og Terji Nielsen í starvi í umsitingini hjá Fótbóltssambandi Føroya
Fyrst í hesum mánaðinum byrjaðu tveir nýggir mans í starvi í umsitingini hjá Fótbóltssambandi Føroya. Tað eru teir báðir Eli Hentze og Terji Nielsen, sum eru settir í starv sum ávikavíst menningarráðgevi á tekniska økinum og sum fjølmiðlafólk.

Eli Hentze skal eitt nú arbeiða við eini menningarætlan fyri barna- og ungdómsfótbólt, umframt øðrum menningaruppgávum á fótbóltstekniska økinum.

Terji Nielsen skal arbeiða við ymiskum miðla- og kunningaruppgávum, so sum heimasíðu, leikskráum og øðrum fjølmiðlauppgávum.

Báðir eru fyribilssettir fram til í summar.