Fríggjadagin var reisigildi við Tórsvøll, í sambandi við at nýggi FSF-bygningurin nú er reistur. Eftir ætlan verður bygingurin tikin í brúk í juli mánaða komandi ár
– Arbeiðið hevur sum heild gingið væl, og hóast tað seinastu tíðina hevur verið rættuliga keðiligt veður, við nógvum vindi, so hevur hetta kortini ikki órógva arbeiðsgongdini stórvegis, sigur Bergur Rask Olsen, arbeiðsformaður.
Fríggjadagin varð lítið hátíðarhald við Tórsvøll, í sambandi við at nýggi FSF-bygningurin nú er reistur. Tað er J. & K. Petersen, ið stendur fyri arbeiðinum, og væntandi verður bygningurin tikin í brúk á ólavsøku komandi ár.
Bygningurin verður í trimum hæddum, við matstovu í niðastu hædd, ið Hotel Føroyar fer at standa fyri, meðan umsitingin hjá Fótbóltssambandi Føroya fer at halda til í ovastu hæddini.
Hvat miðhæddin skal brúkast til, er ikki endaliga avgjørt enn.
– Í løtuni eru eini 10-13 mans knýttir at arbeiðinum at gera jørð og betongarbeiðið, men tá bygingurin verður innilokaður, koma fleiri handverkarar at arbeiði her, sigur Bergur Rask Olsen, arbeiðsformaður hjá J. & K. Petersen.
Tað eru Tórshavnar Kommuna og Fótbóltssamband Føroya, ið standa fyri at byggja nýggja FSF-bygningin við suðurendan av Tórsvølli.
Umframt skrivstovur og matsovu, verður eisini pláss fyri umleið 900 áskoðaraplássum, ið øll verða undir taki, í nýggja FSF-bygninginum.
Bergur Rask Olsen, arbeiðsformaður