Vikuskiftið 20. og 21. mars verður sjøtul settur á landskappingina hjá kvinnum. Og longu í fyrsta umfari møtast nummar 1 og 2 frá farna kappingarári, KÍ og NSÍ við Djúpumýru í Klaksvík

——————

Leygardagin 20. og sunnudagin 21. mars er fyrsta umfar í Betri Deildini hjá kvinnum á skránni. Og fyri fyrstu fer í longri tíð, eru átta lið við í kappingini.

AB/B71 vann næstbestu deildina í fjør, og hava tær tískil avgjørt at royna seg í bestu deildini í ár. Harafturat hevur 07 Vestur eisini boðað frá, at tær vilja taka dystin upp ímóti teimum bestu.

Og longu leygardagin 20. mars verða nýggju liðini blakaði í eldin. AB/B71 skal royna seg á útivølli ímóti EBS/Skála, meðan 07 Vestur fær vitjan av HB.

Hinir báðir dystirnir í fyrsta umfari verða spældir sunnudagin 21. mars. Í Klaksvík taka føroyameistararnir, KÍ ímóti NSÍ, sum endaði á 2. plássi í fjør, og í Havn fær B36 vitjan av Víkingi.

13. og seinasta umfar áðrenn summarsteðgin verður spælt síðst í juni, og siðan verður lagt fyri aftur tann 7. august. Landskappingin hjá kvinnum endar leygardagin 16. oktober, og tá hittast liðini soleiðis: Víkingur – 07 Vestur, HB – EBS/Skála, KÍ – AB/B71 og NSÍ – B36.

Øll kappingin sæst HER