KÍ fær nú gullkrónurnar, sum tær tryggjaðu sær síðst í august, meðan kappingin um silvur og bronsu ikki er avgjørd enn


Størsti spenningurin í landskappingini í ár hevur leingi snúð seg um silvurheiðursmerkini. KÍ rýmdi frá øllum og setti ikki stig til fyrr enn í 15. umfari, tá tær spældu javnleik móti NSÍ. Umframt hendan og ein annan javnleik móti HB, hava klaksvíkskvinnur vunnið allar sínar dystir í ár. Hóast dystirnir hvør sær í nógvum førum hava verið spennandi, so er ongin ivi um, at KÍ aftur í 2020 hevur verið besta liðið í Føroyum. 

Í morgin fáa tær so steypið handað eftir ársins seinasta landskappingardyst, sum verður ímóti B36 við Djúpumýru. Árið hevur sum heild verið misjavnt hjá árstalsfelagnum. Skiftandi avrik og nógvir javnleikir hava givið B36 trupulleikar við at fylgja við NSÍ og HB í stríðnum um heiðursmerkini, hóast tær eisini hava vunnið á øllum í deildini, undantikið KÍ. Og júst ein sigur á meistarunum er eitt krav, um B36 skal gera sær heiðursmerkjavónir í morgin, og hartil krevst eisini, at HB ikki vinnur sín dyst í seinasta umfari. 

Gullveitslufyrireikingarnar hjá KÍ eru tó væl og virðiliga byrjaðar, og klaksvíkskvinnur fara óivað at gera alt fyri at enda árið ósigraðar. KÍ má tí metast sum greiður favorittur aftur hesaferð.

Í Runavík verður eysturoyaruppgerð við Løkin, har NSÍ tekur ímóti ÍVB. Runavíkingar liggja best fyri í silvurstríðnum, og hava bert tørv á einum stigi fyri at tryggja sær annaðplássið. Tann uppgávan eigur ikki at loypa ótta á NSÍ, sum vann heili 5-1 móti júst ÍVB fyri júst einari viku síðan. Heimaliðið hevur tí ein góðan og upplagdan møguleika fyri at gerast silvurvinnari í hesum fyrsta kappingaárinum, síðan NSÍ fekk lið aftur í bestu kvinnudeildina, og tað má sigast at vera eitt framúr gott avrik. 

Meðan NSÍ sjálvar kunnu avgera sítt pláss sum nummar tvey, so andar HB tær allíkavæl eitt sindur í nakkan. Skuldi ÍVB vunnið við Løkin, kann HB nevniliga við einum sigri yvirhála NSÍ og fara avstað við silvurkrónunum. Fyrst og fremst skulu tær reyð/svørtu tó hugsavna seg um at vinna sín dyst, tí mótstøðuliðið – EBS/Skála – fer mest sannlíkt at geva teimum skarpan gang. Unga felagsliðið hevur stríðst í botninum alt kappingarárið, men framstigini eru eyðsýnd, og so seint sum í seinasta dysti vunnu tær uppiborið 2-0 móti B36. 

Dysturin á Tórsvølli er tí á ongan hátt avgjørdur frammanundan, hóast HB hevur bestu møguleikarnar fyri at enda við bronsuni.

Dystirnir í 20. umfari eru hesir, og allir byrja klokkan 15:15:

KÍ – B36 við Djúpumýru í Klaksvík
NSÍ – ÍVB við Løkin í Runavík
HB – EBS/Skála á Tórsvølli