Dystarskráin fyri Betri Deildina hjá monnum er nú klár. Lagt verður fyri leygardagin 6. mars, tá EB/Streymur og ÍF hittast í Hólmanum á Eiði
——————
Vikuskiftið 6. og 7. mars verður Betri Deildin 2021 hjá monnum sparkað í gongd. Leygardagin 6. mars spæla EB/Streymur og ÍF í Hólmanum á Eiði, meðan hinir fýra dystirnir í 1. umfari verða sunnudagin 7. mars.
Á Dungasandi í Sørvági taka uppflytararnir úr 07 Vestur ímóti B36, og á Toftum fær B68 vitjan av KÍ. Í Sarpugerði í Gøtu møtast Víkingur og TB, og í Havn taka verandi føroyameistaranir, HB, ímóti NSÍ.
Dystirnir í 15. umfar, sum er seinasta umfar áðrenn summarsteðgin, verða spældir 25., 26., 27. og 29. juni. Síðan verður lagt fyri aftur á ólavsøku. Týsdagin 27. juli eru dystirnir hesir: Víkingur – NSÍ, ÍF – B68 og 07 Vestur – EB/Streymur. Ólavsøkuaftan spæla B36 og TB, og ólavsøkudag fær HB vitjan av KÍ.
Síðsta umfar í fremstu deildini hjá monnum er á skránni tann 30. oktober, og tá hittast liðini soleiðis: HB – ÍF, NSÍ – B36, Víkingur – KÍ, TB – 07 Vestur og EB/Streymur – B68.
Betri Deildin 2021 (menn): Dystarskráin