Eftir málleysan javnleik í vanligu leiktíðini, máttu føroyameistararnir KÍ og steypavinnararnir NSÍ avgera stórsteypadystin við brotsspørkum


Seinasta styrkiroyndin undan landskappingarbyrjan var á skránni leygardagin, tá KÍ og NSÍ brustu saman í stórsteypadystinum, sum Lions skipaði fyri saman við Fótbóltssambandinum. Og tað gjørdist ein spennandi umgangur, har liðini máttu í brotssparkskapping fyri at finna ein vinnara.

KÍ stóð annars fyri tí mesta í dystinum, har tær komu til eina røð av møguleikum. Men NSÍ liðið stóð fyri tað mesta væl skipað í verjupartinum, og harumframt var Eyðgerð Mikkelsen teimum ein góður aftasti skansi í málinum.

Eftir at tað endaði málleyst í vanligu leiktíðini varð farið beint til brotssparkskapping, og her royndust skjúttarnir hjá NSÍ betri enn teir hjá KÍ. Málverjarnir Eyðgerð Mikkelsen hjá NSÍ og Óluva Joensen hjá KÍ bjargaðu fyrst hvør sínum brotssparki, áðrenn Tóra Mohr hjá KÍ sendi sítt skot á tvørstongina. Hetta gav Heidi Sevdal seinasta orðið í stórsteypadystinum, og við einum tryggum brosttparki setti hon bóltin í netið og tryggjaði gulu kvinnunum úr Runavík fyrsta steypið í ár.

Nú stórsteypadysturin eisini er farin afturum, er klárt at fara undir landskappingina hjá kvinnum, sum aftur í ár telur átta lið.

Í fyrsta dystinum tekur nýggja liðið í deildini, TB/FCS/Royn ímóti Víkingi á heimavølli sunnudagin 20. mars. Hinir dystirnir í fyrsta umfari verða spældir týskvøldið 22. mars:

KÍ – B36 (verður stroymdur á Rás1 hjá Televarpinum)
HB – NSÍ
07 Vestur – EBS/Skála