Fult umfar í 2. deild hjá monnum hevur verið um vikuskiftið, og við sigri á FC Suðuroy heldur NSÍ fast um oddasessin í triðbestu deildini

Fimm dystir í 2. deild hjá monnum vórðu spældir leygardagin, og nú seks umfør eru spæld, er nógv sum bendir á, at annar av niðurflytarunum frá í fjør, NSÍ, ætla sær upp aftur í næstfremstu deildina at spæla komandi kappingarár.

Runavíkingar høvdu leygardagin vitjan av FC Suðuroy, og við ein teprum, men tryggum, 2-1 sigri gjørdi heimaliðið við Løkin í Runavík sína skyldu sum oddalið. Støðan í steðginum var 1-0 til NSÍ.

Tá góður hálvur tími var spældur legði Per Langgaard vertirnar á odda, og sjey minuttir fyri leiklok økti Dusko Jovanovic til 2-0 fyri NSÍ. Einsamalla málið hjá FC Suðuroy gjørdi Eiler Brattalíð, tá ein minuttur var eftir av vanligu leiktíðini.

Grannauppgerð í Havn
Eisini Giza/Hoyvík hevur fingið eina góða byrjan upp á hetta kappingarárið. Leygardagin hevði felagsliðið vitjan av grannunum úr Undrið FF, og við einum sannførandi 3-0 sigri til heimaliðið, varð Undrið FF sent heim aftur við ongum.

Málini hjá Giza/Hoyvík gjørdu Christian Vilhelm Jacobsen, sum skoraði tvær ferðir, og Áki Dam Egholm.

Úrslitini í 6. umfari:
B68 – AB 2-1
NSÍ – FC Suðuroy 2-1
Giza/Hoyvík – Undrið FF 3-0
MB – ÍF 0-2
KÍ – Skála 5-1

Støðan 2. deild menn