Í døgunum 18. til 21. september verður FSF vertur fyri Norðurlendskari fótbóltsráðstevnu
Fótbóltssambondini í teimum seks norðurlondunum skiftast á hvørjum ári um at vera vertur fyri einari norðurlendskari fótbóltsráðstevnu, og í ár er tað Fótbóltssamband Føroya sum skipar fyri hesi ráðstevnu.

Høvuðsevnið á stevnuni hevur vanliga skift ímillum leikaramenning og venjaraútbúgving, men í ár eru tó tvey heilt onnur evni á dagsskrá – málmansvenjing og fysisk venjing.

Jan Erik Stinesen, úr Noregi, tekur sær av evninum um málmansvenjing, sum verður mikudagin, 19. september, meðan Magni Mohr stendur fyri partinum, ið er um fysiska venjing, sum verður hósdagin 20. september.

Hjá báðum verður skift ímillum ástøði og praktiska venjing. Í hesum sambandi hevur Fótbóltssamband Føroya boðið føroyskum venjarum at vera við hesar dagarnar og útvið 20 hava tikið av møguleikanum.

Norðurlendska ráðstevnan byrjar týsdagin, 18. september seinnapartin og endar fríggjadagin, 21. september á middegi. Stevnan verður hildin á Hotel Føroyum, í FSF-húsinum og á Torsvølli. Umframt føroysku venjararnar, verða eisini eini 20 aðrir luttakarar við til fótbóltsráðstevnuna.