Í komandi viku eru Føroyar vertir fyri norðurlendskari Grassroots-ráðstevnu. Vitjandi londini eru Finnland, Danmark, Noreg, Svøríki og Ísland
– Vit gleða okkum at vera vertir fyri hesi ráðstevnu, sum í ár verður í Føroyum. Ráðstevnan verður hildin annaðhvørt, og skiftast norðurlondini um at hýsa stevnuni, sigur Petur Simonsen, fyriskipari av norðurlendsku Grassroots-ráðstevnuni 2014.
Frá mánadegnum 3. til mikudagin 5. november er Fótbóltssamband Føroya vertir fyri norðurlendskari Grassroots-ráðstevnu, sum verður hildin í Havn. Vitjandi londini eru Finnland, Danmark, Noreg, Svøríki og Ísland.
Høvuðsevnið á ráðstevnuni hesaferð er nýggja UEFA Grassroots-skjalið (Grassroots Charter). Í hesum føri verður serligur dentur lagdur á hesi viðurskifti:
– Vøkstur (at fáa fleiri at spæla fótbólt)
– At halda á (at tey ið eru byrjaði, halda fram at spæla fótbólt)
– Útbúgving (útbúgving av venjarum og leikarum)
– Leikum fagurt/Fair Play (tiltøk fyri tey, ið ikki eru við í skipaðum fótbólti)
– Fyriskipanir/Terms (skipanir í sambandi við skráseting av leikarum, venjarum, v.m.)
Føroyska íkastið á ráðstevnuni verður um føroyskan Grassroots-fótbólt, Stjørnufótbóltin, Leikaramenningina, og har umframt verður kunnað um eitt lítið felag og eitt stórt felag í føroyskum fótbólti. Í hesum føri koma luttakararnir at hoyra um Sandoyar Ítróttarfelag, B71, og vitjað verður í B36.
Í alt verða eini 25 fólk á ráðstevuni, og teirra millum verður navnframi Stig Inge Bjørnebye, ið frá 1992 og næstu átta árini spældi 139 dystir fyri enska stórfelagið, Liverpool. Har umframt spældi Bjørnebye 75 A-landsdystir fyri Noreg frá 1989 til 2000.