Framvegis eru nøkur pláss eftir á Fótbóltsskúlunum, ið verða í Havn, í Sandavági og á Toftum
Í døgunum 29. og 30. juni, verður árligi Fótbóltsskúlin hjá Fótbóltssambandi Føroya í Havn, og eina viku seinni, 6. og 7. juli verða Fótbóltsskúlarnir í Sandavági og á Toftum.

Enn eru nøkur pláss eftir, men tey, ið vilja luttaka á Fótbóltsskúlanum 2012, verða biðin um at skunda sær. Í Havn er næstan fullteknað, meðan pláss er fyri enn fleiri í Sandavági og á Toftum.

Pláss er fyri 200 luttakarum til Fótbóltsskúlarnar í Havn og á Toftum, meðan pláss er fyri 100 luttakarum til Fótbóltsskúlan í Sandavági.

Tilmelding til Fótbóltsskúlan 2012